MTB.fo:Leygardagin var annað umfar av Giant Várkapping, sum Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri. Av teimum 14 súkklarunum sum vóru meldaði til, var ein luttakari frá Fjallasúkklufelagnum. Helgi Winther Olsen hevði leitað sær kappsúkkluna fram.
Til tey forvitnu sæst ein samanbering av avrikunum hjá teimum báðum skjótastu súkklarunum, Dáva Magnussen og Helga Winther Olsen. Tað er ein stuttlig samanbering, tí báðir viga stórt sæð tað sama og hava somu máttmátarar (SRAM Quarq) so tølini kunnu samanberast.
Kappingin hjá Helga sæst á Strava her.
Í fyrsta grafinum niðanfyri frá Strava sæst ein samanbering, har túrurin hjá teimum verða lagdir omaní hvønn annan. Svarta linjan er tíðin hjá Helga og lillaða linjan er hvussu langt frammanfyri ella aftanfyri Dávur er, tá teir hava súkklað sama tein. Er lillaða linja yvir, hevur Dávur súkklað skjótari, og er hon undir, hevur Helgi súkklað skjótari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald