Vinna

Nógv lodna undir Eystur-Grønlandi

...

2014-07-14 20:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 RUTH er farin at sigla við 1.900 tonsum av lodnu, sum teir hava fiskað undir Eystur-Grønlandi. Ruth var 4 døgn á feltinum, teir høvdu 9 køst.

Ruth fer til Neskaupstaðar við lodnuni, har hon verður landað til Sildavinnsluna HF, tað tekur 26 tímar at sigla av feltinum til Neskaupstaðar.

Tað eru 2 onnur donsk skip og fleiri norsk skip á lodnuveiðu undir Eystur-Grønlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder