Ítróttur

Nógv landsliðsvirksemi um jóltíðir

...

2017-12-19 17:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF:Fleiri av okkara landsliðum eru farin til verka, nú landskappingin her heima á klettunum og uttanlands er farin í jólafrí.

Serliga A-landsliðið hjá monnum er farið undir drúgvar fyrireikingar, tí longu um hálvan januar skal manslandsliðið spæla tríggjar HM-undankappingardystir. Dystirnir eru í Italia, og mótstøðuliðini verða Italia, Rumenia og Ukraina.

A-landsliðið hevur tvær landsliðssavningar um jóltíðir. Tann fyrra byrjaði í gjár, mánadag, og heldur fram til hósdagin 21. desember. Seinna landsliðssavningin er frá hósdegnum 28. desember til leygardagin 30. desember. 28 mans eru boðsendir til landsliðsvenjing.

Venjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, skulu úttaka 16 spælarar, sum skulu umboða Føroyar til HM-undankappingina í Italia í januar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder