Vinna

Nógv entreprenør virksemi í Føroyum

...

2016-06-29 13:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sera nógv virksemi er innan entreprenør vinnuna í Føroyum. Entreprenørfelagið Kreton í Norðragøtu hevur seinastu mánaðirnar sett fleiri fólk í starv, og í síðstu viku setti fyritøkan nýggjan verkætlanarleiðara at halda skil á vaksandi arbeiðsuppgávunum.

- Vit hava ongantíð áður havt so nógvar fyrispurningar um arbeiði sum nú, sigur Eyðun Magnussen, stjóri í Kreton. Tí er umráðandi, at vit hava góða stýring á arbeiðunum fyri at tryggja, at vit gera uppgávurnar til tíðina, og at góðskan er í hásæti.

Fyritøkan í Gøtu vísti herfyri á sín besta roknskap í 10 ár, og byrjaði fyrr í ár at bjóða seg fram at gera asfalt-arbeiði kring landið.

Nýggi verkætlanarkeiðarin hjá Kreton er Allan Norðgerð. Hann er útbúgvin byggifrøðingur, hevur drúgvar royndir í entreprenør-vinnuni og kemur úr einum starvi sum verkætlanarleiðari hjá Landsverk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder