Ítróttur

NM í talvi byrjar í dag

...

2020-02-14 13:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talvsamband Føroya: Árliga norðurlandameistarakappingin í talvi fyri børn og ung verður hildin um vikuskiftið. Danir eru vertir fyri kappingini hesa ferð, og telvað verður í Fredericia. Kappingin er skipað í fimm aldursbólkar við telvarum upp til 20 ár, og Norðurlondini hava tvey umboð í hvørjum bólki.

Føroyski hópurin fór til Danmarkar í morgun, og fyrsta umfar verður í morgin 14. februar kl. 10.00. Telvað verða seks umfør, og kappingin endar sunnukvøldið. Venjari hjá føroyingum er stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, sum eisini hevur fyrireikað hópin við regluligum venjingum. Sambært venjaranum hava fyrireikingarnar gingið væl, men hann ásannar, at føroysku telvararnir eru rataðir í niðaru helvt í øllum aldursbólkum. Kortini metir hann, at møguleikar eru fyri onkrum góðum úrslitum, og megna vit at røkka heiðursmerkjaplássi, er tað eitt bragd.

Fylgjast kann við kappingini beinleiðis á www.skak.dk/nycc2020.

Í føroyska hópinum eru:

Bólkur A

Janus Skaale, 1799

Rógvi Mørkøre, 1589

Bólkur B

Leif Reinert Fjallheim, 1996

Flóvin Matras Tummasarson, 1664

Bólkur C

Jón í Horni Nielsen, 1765

Luitjen Akselsson Apol, 2039

Bólkur D

Elias Petersen, 1151

Rókur Davidsen, 1124

Bólkur E

Brestir Súsannuson Samuelsen, 1191

Petur Gardar Magnussen, 1000

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder