2020-12-10 07:51
Tað er huldufólkið, ið hevur tikið jólagávurnar úr sletuni, tá ið ódnarveðrið leikaði í. Frá fornari tíð hava føroyingar sagt hvør øðrum frá søgum um tað gátuføra fólkið, sum býr fjalt í klettum og steinum í oyggjunum. Huldufólkini eru serliga virkin á jólum, og summi siga, at teimum dámar at stjala frá heidnum og kristnum ??? og eyðsýnt eisini frá nissum ??? fortelur nissubróðurin við piprandi rødd.
Nissusystkini bæði flúgva uppi yvir tann stóra fossin í Gásadali, tí fleiri sagnir siga, at huldufólk hava serliga búsett seg nærindis Gásadali. Tað er eitt rættiligt tak hjá nissunum at kanna helli og venda hvørjum steini í tí stóra økinum. Tey finna heldur onga slóð eftir jólagávunum.
???Men eru huldufólk yvirhøvur til???? spyr Nissugentan heldur pøst eftir at hava kannað helli ein hálvan dag. ???Tey eru til líka so nógv, sum vit nissur eru til??? svarar Nissubróðurin, áðrenn tey seta kós móti einum øðrum stað í Føroyum, tí at Nissubróðurin hevur hoyrt um ein skammil, sum Kristian 10. einaferð í 1930 ætlaði at keypa. Skammilin, sum sagt verður at líkjast einum av huldufólkunum, stendur í eini lítlari bygd norðanfyri, og hetta er nú besta sporið hjá nissunum.
Skrivar "Det danske kongehus" á Facebook
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald