Ítróttur

Neistin var afturúr við 7 málum - endaði við javnleiki

...

2017-11-24 08:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í gjár var ein dystur í FTZ-deildini í hondbólti hjá monnum, tá ið Kyndil og Neistin møttust. Tað var Kyndil ið byrjaði betri, og longu eftir 7. min. fekk Carl Herup Olsen beinleiðis reytt kort tá ið hann gjørdi brotskast móti Kyndli. Tá ið 17. min. vóru leiktir var støðan 9-4. Hálvleiksstøðan var 12-11.

Neistin byrjaði seinna hálvleik betri, og komu á odda 13-15 eftir 36. min. Tíðani kom Kyndil á odda 22-15 tá ið 49. min. vóru leiktir. Tá ið 58. min. vóru leiktir var støðan 24-21 til Kyndil. Beint áðrenn dysturin endaði fekk Bartal K. Olsen beinleiðis reytt kort, og brotskast til Neistan, Rasmus Søby javnaði til 24-24, sum dysturin eisini endaði.

Kyndil: Rógvi Dahl Christiansen 6, John í Innistovu 5, Hjalti M. Jacobsen 5, Eirikur Simonsen 5, Høgni K. Olsen 2 og Bartal K. Olsen.

Neistin: Høgni Zachariassen 5, Rasmus Søby 5, Pætur Mikkjalson 4, Torkil M. Hentze 4, Rune Olsen 4 og Djóni Højgaard 2.

Støður: 
5. min. 3-2
10. min. 6-3
15. min. 7-4
20. min. 9-6
25. min. 11-8
30. min. 12-11
35. min. 13-14
40. min. 16-15
45. min. 18-15
50. min. 22-17
55. min. 22-18
60. min. 24-24
Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin112782443417
2H71102662481815
3Kyndil1023623519
4VÍF823622798
5Team Klaksvík9202225-238
6StÍF9227242-156
7KÍF9227251-243

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder