Lagt var upp til ein spennandi dyst í høllini á Hálsi í gjárskvøldið tá ið Neistin tók ímóti VÍF í Okkara-deildini hjá monnum. Tað vóru nummar 3 og 4 ið møttust, og vóru liðini jøvn í stigum, bæði Neistin og VÍF høvdu 12 stig fyri 10 dystir.
Tað var VÍF ið fekk eina flúgvandi byrjan, og longu eftir 8. minuttir vóru teir gulu úr Vestmanna á odda 1-5, men so broyttist alt, og var støðan 9-6 til Neistan eftir 16. min. Hálvleiksstøðan var 16-11 til Neistan.
Tá ið 45. minuttir vóru leiktir var støðan 23-14 til teir bláu, og vann Neistin eisini dystin 30-24.
Málskjúttar:
Neistin: Dánjal Ragnarsson 10, Karl Martin Olsen 4, Rasmus Søby 4, Finnur Hansson 4, Julian Kragesteen 3, Hanus Árason 2, Kristjan Dulavík 2 og Jóhannes Bjørgvin 1.
VÍF: Filip Jojic 10, Hallur Arason 4, Jákup Andreas Joensen 3, Jóhan í Garðastovu 3, Sjúrður Olsen 2, Heini á Heygum 1 og Magnus Muller 1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald