Lagt var upp til ein spennandi dyst í Kollafirði tá ið bestu liðini hjá KÍF og Neistanum hittust í dag, seinasti dysturin teirra millum endaði við javnleiki.
Liðini byrjaðu varliga og fylgdust meginpartin av fyrra hálvleiki, í 10. minutti var støðan 4-5 til Neistan, Neistin kom uppá 4-7 í 12. minutti, men so fekk Neistin einki mál aftur fyrrenn í 28 minutti, tá komu teir uppá javnleik 8-8, Neistin vann fyrra hálvleik 8-9.
Í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á teir fyrstu 15 minuttirnar, men so dróg Neistin frá og kom uppá 21-15, men KÍF svaraði aftur og kom uppá 21-22 í 27. minutti, men teir seinastu minuttirnar fekk Neistin 4 mál og KÍF einki - Neistin vann sostatt 21-26.
Bestu leikarar á vøllinum vóru málmennirnir - í báðum málunum stóðu teir heilt væl, og høvdu nógvar framúr bjargingar.
KÍF: Joakim Júrs, Nils Lykke, Ragnar Gaard, Andrias Nielsen 2, Atli L. Hammer 3, Rani A. Højgaard 4, Teitur Joensen, Hjalti H. Matras, Poul F. Egholm, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Nicklas Selvig 2, Hørður F. Sigtórsson, Rúni Joensen 6, Jákup Trygvason, Ási Dam og Dánjal Sørensen.
Neistin: Rókur Joensen, Nicholas Satchwell, Jóannes Bjørgvin, Karl Martin Olsen 5, Hanus Árason, Dánjal Ragnarsson 7, Teitur Magnusson, Tórður Mikkelsen 3, Kristjan Dulavík, Rúne Olsen 1, Rasmus Søby 6, Gilli Holm, Juliian Kragesteen 4, Finnur Hansson og Herbjørn Lava.
Støður:
5. min. 1-2
10. min. 4-5
15. min. 4-7
20. min. 4-7
25. min. 7-7
30. min. 8-9
35. min. 11-12
40. min. 13-15
45. min. 15-19
50. min. 16-22
55. min. 20-22
60. min 21-26
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus.
Áskoðarar: 100.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald