Neistin tók í gjár ímóti KÍF í fyrsta dystinum í Okkara-deildini, sum besta mansdeildin í hondbólti nú eitur.
Dysturin byrjaði javnt, og eftir 9. min. var støðan 4-3, men so fór Neistin frá KÍF. Eftir 15. min. var støðan 7-3. Hálvleiksstøðan var 11-7. Neistin vann dystin 24-18.
Neistin: Tróndur Kragesten 6, Torkil Hentze 6, Høgni Zachariassen 3, Rasmus Søby 3, Pál Niclassen 2, Pætur Mikkjalson 2, Dánjal Ragnarsson 1 og Rune Olsen 1.
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Janus Jakobsen 4, Teitur Joensen 2, Ási Dam 2, Jón Suni Kjærbæk 1, Niklas Reginson 1, Atli Hammer 1 og Poul Finnur Egholm 1.
Støður:
5. min. 2-2
10. min. 3-3
15. min. 7-3
20. min. 7-4
25. min. 9-6
30. min. 11-7
35. min. 12-8
40. min. 15-10
45. min. 17-13
50. min. 20-14
55. min. 23-16
60. min. 24-18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald