Ítróttur

Neistin skiftir venjara

....

2019-12-19 23:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Sum vit skilja so hevur Neistin sagt sáttmálan upp við Mads Rydal Nielsen. Mads hevur staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá Neistanum hetta kappingarárið.

Neistin hevur annars klára seg væl hetta kappingarárið, og liggur í løtuni á einum 2. plássið í Okkara-deildini hjá monnum við 16 stigum fyri 12 dystir. H71 er oddalið við 20 stigum fyri 12 dystir.

Sum skilst so tekur Tróndur Kragesteen yvir eftir Mads.

Støðan í deildini:

Støðan Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig
H71 12 350 277 73 20
NEISTIN 12 327 291 36 16
STÍF 12 334 332 2 15
VÍF 12 334 319 15 14
KÍF 13 348 322 26 13
KYNDIL 12 306 320 -14 8
TEAM KLAKSVÍK 13 271 409 -138 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder