2021-04-15 06:37
Í gjár var 2. FM finalan millum StÍF og Neistan spæld á Skála. StÍF vann tí fyrstu FM-finaluna 23-22.
Tað gingu 3. minuttir áðrenn fysta málið kom á Skála í gjár, og var tað StÍF ið legði seg á odda. Neistin kom á máltalvuna tá ið 5. minuttir vóru leiktir, og skoraði tá til 1-1.
Tá ið eitt korter var leikt var støðan 6-5 til StÍF. Neistin fór til hálvleik við støðuna 12-14.
Neistin fekk eina góða byrjan uppá seinna hálvleik, og koma á odda 12-16. Tá ið eitt korter var leikt av seinna hálvleiki var aftur javnt 19-19.
StÍF javnaði til 24-24 tá ið 59. minuttir vóru leiktir. Í seinasta minuttinum skoraði Neistin til 24-25, og vunnu harvið 2. FM-finaluna.
Lív Poulsen fekk 8 mál fyri StÍF. Stina Madsen fekk 7 mál fyri Neistan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald