Ítróttur

Ndende til 07 Vestur

...

2017-11-19 15:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

07 Vestur hava júst undirskrivað sáttmála við Ndende Adama Guéye. Ndende verður roknaður sum ein veruligur styrkur á liðinum hjá nýggja venjaranum, Paula Poulsen.


Síðan 34-ára gamli Ndende kom til Føroyar í 2008 at spæla við B68, har hann síðan var í 5 ár, hevur hann verið eina av stabilastu leikarunum í best deildini. Bæði frammaliga og aftarliga á miðjuni, og í miðverjuni. Og okkurt árið hevur hann verið millum allar bestu leikararnar.

Síðan hann fór frá B68, eftir kappingarárið 2012, hevur hann leikt 2 ár við TB og KÍ, og so við ÍF í ár, haðan hann flytir, nú hann verður knýttur afturat hópi okkara. Hesi 10 árini hevur hann, sambært Faroesoccer, leikt heili 272 dystir í bestu deildini og steypakappingini, tvs. fleiri enn 27 dystir um árið í miðal. Hann hevur skotið 40 mál.

Vit ynskja Ndende hjartaliga vælkomnum vestur - tað skrivar 07 Vestur á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder