RSF: Freistin at melda til luttøku í FM kappróðri var av á midnátt, og metið frá í fjør er tikið.
Til fyrstu upprunaliga freistina í fjør vóru 65 manningar meldaðar til luttøku, men orsakað av serligu umstøðunum av koronu bleiv freistin flutt, og talið hækkaði til 95. Harafturat komu knappar 20 manningar, sum luttóku í einari stevnu, ella sum gestaluttakarar.
Vit fegnaðust sjálvsagt um góðu luttøkuna í fjør ??? og hava verið spent uppá, hvussu árið í ár fór at verða.
119 manningar hava meldað seg til FM róðrarnar 2021 ??? hesar eru deildar út upp á 68 kappróðrarbátar.
Størsti bólkurin er innan barnaróður, har 23 manningar luttaka fyri barnaróður gentur og 23 manningar fyri barnaróður dreingir. 16 gentu- og 15 dreingjamanningar, 13 kvinnumanningar við fimm-mannførum, 6 kvinnumanningar við seks-mannaførum og 3 mastersmanningar við kvinnum. 12 manningar luttaka við seks-mannafør við monnum, 5 átta-mannafør og 3 tíggjumannafør.
Hetta vísir eitt týðiligt tekin um, at áhugin fyri kappróðri er størri enn nakrantíð.
Vit eru sera fegin um góðu undirtøkuna ??? føroyskum kappróðri at frama.
Takk fyri góða undirtøku ??? og gott kappróðrarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald