Vinna

Næraberg siglir inn við 3.200 tonsum

...

2015-03-17 13:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Svartkjaftatrolarin Næraberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu, í alttjóða sjógvi, vestur úr Írlandi á uml. 53N og 15V, er farin at sigla til Føroyar við 3.200 tonsum av heilfrystum svartkjafti. 

Av føroyskum skipun er nú bara Christian í Grótinum á leiðini vestur úr Írlandi - Tróndur í Gøtu hevur eisini verið har suðuri, teir komu á Fuglafjørð í gjár við 2.000 tonsum, sum teir landa til Havsbrún.

Tað hevur verið sera ólagaligt veður á hesum túrinum, men fiskiskapurin hevur verið í ordan, tá ið roynandi hevur verið.

Næraberg skal landa veiðuna í Kollafirði, teir verða á Kollafirði hósdagin, tá eru júst 3 vikur, síðan teir loystu frá landi.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder