2014-05-24 15:44
Næraberg hevur í morgun ligið norður úr Kollinum á Eiði, har teir hava arbeitt tað undan, sum var í tangunum, og so hava teir gjørt skipið reint.
Næraberg skal bunkra í Fuglafirði, har teir verða um middagin. Tá ið liðugt er at bunkra, fara teir á Kollafjørð at landa veiðuna - knapt 2.100 tons av frystum svartkjafti.
Teir hava hendan túrin roynt á Bill Bayley Bank.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald