Vinna

Næraberg kemur inn við maskinbreki

...

2015-03-27 12:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Svartkjaftatrolarin Næraberg kemur á Kollafjørð um 9-tíðina, teir hava trupulleikar við øðrum høvuðsmotorinum.

JN.fo tosaði umborð á Næraberg í morgun. Fyri at kunna rættað brekið, er neyðugt at fáa ein eykadeil frá fabrikkini, tað kemur at taka 5 dagar, áðrenn eykadeilurin verður í Føroyum. Tí hugsa teir um, at fara út aftur við smærri og lættari trolgreiðum og so bert fiska við tí eina motorinum, motorarnir eru 3.200 HK hvør.

Næraberg hevur hendan túrin roynt vestur úr Hebridinum, einar 100 fj. suður frá føroyska markinum, svartkjafturin teir fingu har, var størri og í betri standi, enn tað teir seinasta túr fingu vestur úr Írlandi.

Næraberg hevur 890 tons av heilfrystum svartkjafti, sum verður landaður í Kollafirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder