Vinna

Næraberg hevur maskinskaða

...

2014-08-29 01:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Norðlýsið bar fyrr í dag tíðindi um, at Næraberg hevði fingið maskinskaða í gjár. Teir fingu motorkraft á aftur skipið í nátt eftir at hava arbeitt uppá brekið, so skipið kundi sigla við 4-5 míla ferð.

Næraberg siglur inn til Reykjavíkar, har teir skulu umvæla skaðan, men skipið sleppur ikki at bunkra, proviantera, taka vatn ella at skifta manning í Reykjavík. Føroyska manningin skal halda seg umborð á Nærabergi, teir sleppa ikki seta fótin á bryggjuna. Skrivar nordlysid.fo.

Sí eisini: Næraberg: Hettar er tøkkin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder