Vinna

Næraberg fer nýggjan túr í morgin

...

2014-11-17 04:02 Author image
placeholder

 Næraberg kom á Kollafjørð leygarmorgunin við 1.900 tonsum av heilfrystum makreli, sum teir hava umskipað umborð á Silver Ocean, teir verða liðnir at umskipað í kvøld.

Í morgin fer Næraberg nýggjan túr, teir fara í ES-sjógv at royna eftir makreli, helst vestur úr Hetlandi.

Í kvøld eru Atlantsfarið, Finnur Fríði og Asbjørn Senior í ES-sjógvi tætt vestur úr Hetlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder