Ítróttur

Myndir: VÍF vann 26-25 á H71

...

2019-02-13 21:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

H71 tók í kvøld ímóti VÍF í fyrru hálvfinaluni í Faxe-kondi steypakappingini hjá kvinnum. Talan var um ein spennandi dyst, sum endaði við at VÍF vann 26-25 eftir hálvleiksstøðuna 16-14 til H71. Viviann Petersen málverji hjá VÍF bjargaði brotskast eftir at tíðin var farin av dystinum.

Fyri H71 fekk Marita Mortensen 9 mál. Fyri VÍF fekk Durita C. Jojic 6 mál.

Í hinari hálvfinaluni vann Kyndil 34-19 á Stjørnuni eftir hálvleiksstøðuna 9-18. Fyri Stjørnuna fekk Mina 6 mál. Fyri Kyndil fekk Marianna G. Eystberg 10 mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder