2020-07-06 19:20
Í dag er nýggjasti báturin hjá Sandavágs ítróttafelag (SÍF) flotaður, talan er um eitt 5-mannafar, sum hevur fingið navnið ??RNIN.
Tað eru 12 ár síðani at SÍF lat nýggjan bát byggja, tá ið Skúgvur kom til bygdina í 2008. Í 2002 kom seinasta ??rnin til bygdina, tann ??rnin hevur nú fingið navnið Havørnin, og Havørnin, sum felagið hevur lánt seinastu árini verður nú latin aftur til eigarnar.
Afturat teimum trimum bátunum hevur SÍF eisini Hvítravn.
SÍF hevur fimm manningar, um rógva kapp í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald