Ítróttur

Myndir: Føroyar vunnu 29-27 á Turkalandi

...

2018-03-25 21:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF skrivar: Føroysku U20-kvinnurnar vunnu í kvøld sín seinna dyst í HM-undankappingini, sum hevur verið í Føroyum um vikuskiftið. Tær vunnu 29-27 á Turkalandi.

Føroyar og lógu omaná tað mesta av fyrra hálvleiki og vóru í løtu tvey og trý mál á odda. Eftir steðgin riggaði tó einki í føroysku verjuni munurin tødnaði. Turkaland kom á odda við einum máli, men føroysku leikararnir stríddust væl og komu framumaftur, samstundis sum verjan aftur stóð stinn. Síðstu minuttirnar togaðust londini um málini, men føroysku genturnar vóru ágrýtnari og vunnu dystin.

Málskjúttar:

Maria H. Weyhe 13
Súna K. Hansen 5
Tóra Eliasen 4
Jansy Jacobsen 4
Siw Matras Larsen 3

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder