07 Vestur tók í gjár ímóti EB/Streymi.
Tað var EB/Streymur ið byrjaði dystin betri, og longu eftir 7. minuttir hevði Ronni Møller Iversen lagt gestirnar á odda 0-1. 07 Vestur kom betri við í dystin, og trýsti gav eisini úrslit.
Tá ið ein hálvur tími var spældur fekk 07 Vestur eitt frísspark í vinstru síðu. Tað bleiv tikið og skotið eftir jørð inní felti. Martin Tausen var fyrstur á bóltinum, og javnaði til 1-1. 07 Vestur skuldi helst fingið okkurt mál aftur í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 1-1.
Í seinna hálvleiki gekk javnt á, og fall avgerðin ikki fyrr enn í yvirtíðini tá ið tvey mál komu afturat. Venjarin hjá EB/Streymi valdi eina góða loyst tá ið eitt korter var eftir at leika. Fyrst setti hann Hans Paula Hansen og síðani Arnbjørn Hansen inná vøllin. Arnbjørn legði fyrst EB/Streym á odda, og Hans Pauli staðfesti sigurin tá ið hann skoraði til 1-3. Bæði málini komu í yvirtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald