2020-07-14 11:28

26. juli 2019 varð formlig avtala gjørd millum P/F Magn, Sørvágs kommunu, Elfelagið SEV og Heilsu- og innlendismálaráðið um oljuflutning til Mykinesar.
Í avtaluni eru partarnir samdir um at loysa málið um oljuflutning til Mykinesar soleiðis, at tað slepst undan at flyta oljutunnur út í oynna, og at olja verður koyrd til hvørt húski/oljutanga í bygdini.
Nú er tað komið hartil, at arbeiðið er liðugt og Mykinesfólk kunnu fáa olju koyrda til hús og pumpaða í tangan, uttan at brúka oljutunnur.
Tað er ein søguligur dagur og verður ein stórur lætti hjá mykinesfólki.
Vit hava fingið hesar myndirnar úr Mykinesi í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald