Ítróttur

Móttøka fyri Sarah Mahfoud

...

2020-02-05 15:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vestmanna: Sarah Mahfoud, sum gjørdist heimsmeistari í boksing leygarkvøldið, kemur til Føroyar í annaðkvøld.

Í hesum sambandi fer Vestmanna Kommuna at skipa fyri móttøku fyri Sarah. Móttøkan verður í ítróttarhøllini hóskvøldið 6. februar kl. 21.30, beint aftan á hálvfinaludystin millum VÍF og Kyndil.

Vestmenningar eru ikki sørt ernir av, at Sarh er vorðin heimsmeistari, og vilja fegin heilsa upp á hana.

Sarah Mahfoud er dóttir Vígdis Jákupsdóttir og Mohammed Mahfoud, og ommudóttir Mariu Nielsen (Maria hjá Olivari). Sarah búði í Vestmanna, til hon var 4 ár, tá ið familjan fluttu til Danmarkar.

Vit vóna at síggja nógv fólk til hátíðarløtuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder