2020-06-10 22:21
Havnar Telvingarfelag vann herfyri FM í talvi 2020. Seinnapartin vóru føroyameistararnir á gátt hjá borgarstjóranum, Anniku Olsen. FM-heitið glapp Havnar Telvingarfelag av hondum í fjør, men í ár bragdaði aftur, og Havnin eigur nú aftur FM-vinnararnar.
- Sum Súni Merkisstein tók til, gjørdist hetta einki minni enn ein knúsandi stórsigur, segði borgarstjórin, Annika Olsen.
- Eg hoyrdi, at fleiri øtaðust, tá ið liðskiparin Helgi Dam Ziska avgjørdi at seta einans 14 ára gamla Luitjen Akselsson Apol ímóti sjálvasta Torkil Nielsen í finaluni, legði borgarstjórin aftrat.
Havnar Telvingarfelag hevur nú vunnið FM í talvi 24 ferðir. Borgarstjórin segði, at manningin hevur bart seg gjøgnum øll koronatiltøkini seinastu mánaðirnar og kortini megnað at avgreitt eitt stórt kappingarumfar, uttan at koma nøkrum í óføri.
Felagið í Havn hevur 100 ár á baki um trý ár. Felagið varð stovnað 18. apríl 1923.
Nógv er hent síðani tá, og Annika Olsen kundi enn sum áður staðfesta, at tað er hugaligt at síggja stóra áhugan fyri telving her á landi.
Borgarstjórin takkaði samstundis fyri stóra og góða avrikið og ynskti øllum blíðan byr víðari á telvingarleiðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald