Ítróttur

Møguligt at keypa atgongumerkir til ólavsøkuróðurin á netinum

...

2020-07-25 14:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kappróðurin verður, sum vanligt er ólavsøkuaftan. Fyri at avmarka smittuvandan, verður heitt á fólk, um at keypa atgongumerki til kappróðurin á alnótini og at halda frástøðu. Møguleiki er tó eisini at keypa atgongumerki við inngongdina, sum vanligt. Tó er best um fólk keypa á alnótini.

Roknast kann við nógvum áskoðarum til ólavsøkuróðurin. Orsøkin er, at undirtøkan fyri kappróðrinum hevur verið met høg í ár, og at kappróðurin er eitt av høvuðstiltøkunum á ólavsøku. Av tí sama, kann tað gerast trongt við inngongdirnar. Tí heita fyrireikararnir á fólk, um at keypa atgongumerki til kappróðurin á netinum, fyri at fólk betur kunna halda frástøðu. Á hesi leingjuni ber til at keypa atgongumerki:https://hr.nutickets.com/olavsokurodurin?fbclid=IwAR2MEZKTOp6-wzLH2GmU_RtIroYaO6U5lhlCsGuqBCqCETrkYdxx1fKNJts

Tá fólk so koma til inngongdirnar við róðrarøkið, skulu tey hava atgongumerkið klárt til skanning, annaðhvørt á fartelefonini ella pappíri. Tá er tað munandi skjótari at sleppa inn enn annars. Á keiøkinum er møguligt at gjalda við korti fyri onnur tiltøk, leskidrykkir osfr.

Róðrarmynd er viðheft.

Heilsan Áhugafelagi ??lavsøkuróðurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder