Politikkur

Misálit á løgmanni

...

2013-10-10 17:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Alt bendir á, at Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóveldi fara at leggja fram misálit á løgmann. Um so verður, so verður tað viðgjørt beinanvegin. Uppskotið um misálit er undirskrivað av Pól Mikkelsen, Høgna Hoydal og Aksel Johannesen.


Her er misálitisuppskotið

 

Misálitisuppskotið er í 13 punktum, sum í høvuðsheitum snúgva seg um undirsjóvartunnilin undir Tangafiriði og Skálafirði.

 

Sagt verður millum annað, at framferð, embætisførsla og fyrisiting hjá løgmanni í hesum máli hava verið til sera stóran skaða fyri fólksins álit á politisku skipanina.

 

Skrivað undir uppskotið hava Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen.

 

??? Um løgtingið ikki vísir løgmanni misálit, er løgtingið samsekt í tí, sum farið er fram, siga teir tríggir.

 

Uppskotið er soljóðandi:

 

 

 

Løgtingið

 

Løgtingsmál nr. xx/2012: Misálit á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann

 

Uppskot

 

um

 

misálitisváttan

 

Vísandi til §30 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til §47 í Tingskipanini, samtykkir Løgtingið misálit á løgmann.

 

Viðmerkingar

Talan er um eitt álvarsligt stig, tá misálit verður reist á løgtingi.

 

Men í sambandi við viðgerðina - ella vantandi viðgerðina - av fleiri málum, hevur framferð løgmans máað støðið undan skipanum, ið skulu tryggja, at haldgóðar og upplýstar avgerðir verða tiknar, at valdsbýtið verður varðveitt, og at eftirlit við valdinum.

 

Tí er neyðugt at brúka tey amboð, sum Løgtingið hevur sambært Stýrisskipanarlóg og tingskipan til tess at steðga hesi gongdini og fara undir at byggja upp álitið á politisku skipanina aftur.

 

Gongdin viðvíkjandi einkarrætti til privat felag um Skálafjarðartunnil

Ítøkiliga orsøkin til, at misálitið verður lagt fram nú, er málið um at veita privatum felagi einkarrætt at fíggja, eiga, byggja og reka undirsjóvartunnil undir Skálafirði og Tangafirði.

 

Framferð, embætisførsla og fyrisiting hjá løgmanni í hesum máli hava verið til sera stóran skaða fyri fólksins álit á politisku skipanina.

 

  1. Løgmaður hevur strongt á fyri at landsstýrið skuldi undirskriva og binda seg til loyniligan sáttmála við privatar íleggjarar um at fíggja, byggja, eiga og reka undirsjóvartunnil undir Skálfirði og Tangafirði. Hesin sáttmáli skuldi m.a:

-       Geva privata felagnum rætt í upp til 50 ár at eiga og reka tunnilin.

-       Tryggja íleggjarum eitt avkast uppá knøpp 10% um árið - sum hevði havt við sær millardaupphæddir í eykakostnaði fyri føroyska brúkaran.

-       Geva felagnum rætt til at áseta brúkaragjøld eftir egnari meting.

-       Geva felagnum rætt til geva einstakari, útlendskari byggifyritøku allan avgerðarrætt um prosjektering og bygging.

-       Binda landið og landskassan til at gera og gjalda tilkoyringar- og atkomuvegir til privata tunnilin fyri hundraðtals milliónir krónur.

-       Tryggja felagnum endurgjald, um tað almenna hevði gjørt alternativa farleið í komandi árum.

-       Tryggja felagnum, at landið átekur sær kostnaðin av at lúka nýggj trygdarkrøv, ið verða sett í sáttmálatíðarskeiðnum.

-       Gera avmarkingar í kommunala sjálvræðinum í Føroyum.

-       Gera avmarkingar í rættinum til alment innlit og upplýsingarskyldu til Løgtingið.

 

  1. Løgmaður hevur góðtikið og vart, at ein avtala um sonevnt ???break fee??? er undirskrivað við privata sáttmálapartin, sum áleggur landskassanum at gjalda eina mió. kr. til privata felagið, um ikki løgtingið samtykti lógaruppskot innan ávísa freist. Og løgmaður hevur fyrst upplýst fyri tinginum og almenninginum, at hann ongan part átti í hesi avtalu, men síðani sagt, at hann var til staðar á fundi, tá avtalan varð gjørd og hevði sjálvur kallað inn til fundin.

 

  1. Løgmaður hevur vart og tikið undir við, at útlendsk advokat- og grannskoðarafeløg hava samráðst við privat felag vegna landsstýrið um ein sáttmála, har landsins áhugamál ikki hava verið umboðað av føroyskari serfrøði og fakkunnleika, og har treytirnar og bindingarnar í sáttmálanum greitt hava verið til størst fyrimunar fyri privata íleggjaran.

 

  1. Løgmaður hevur góðtikið og vart, at alment innlit ikki er veitt í sáttmálan, hóast óteljandi umbønir eru sendar.

 

  1. Løgmaður hevur tikið avgerð um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið, har allir upplýsingar ikki vórðu lagdir við málinum ella gjørdir løgtinginum kunnugir, og løgmaður hevur vart hesa embætisførslu og framferð.

-       Sáttmálin við privata felagið er hildin loyniligur. Væl aftaná 1. viðgerð av tingmálinum fáa løgtingsfólk sum treyt at skriva undir viðfevnt trúnaðarskjal, um tey skulu fáa innlit í hann.

-       Sera atfinningarsamar viðmerkingar móti lógaruppskotinum frá løgdeild, kommunudeild og umhvørvisdeild í Innlendismálaráðnum sjálvum, vórðu ikki kunnaðar Løgtinginum undir viðgerðini, og løgmaður hevur góðtikið og vart hetta.

 

  1. Løgmaður hevur tikið avgerð um at leggja lógaruppskot fyri tingið, har grundleggjandi lóggáva og rættindi verða sett til viks ??? vísandi til ein loyniligan ein sáttmála við- og loynilig krøv frá privatum felag.

-       Lógin um alment innlit verður í lógaruppskotinum sett til viks í serlóggávu.

-       Kommunala sjálvræðið sambært Stýrisskipanarlógini og kommunulógini verður avmarkað.

 

 

  1. Løgmaður hevur alment vart, at allir upplýsingar ikki eru latnir løgtinginum í tingmálinum og eisini at landsstýrismaður ikki hevur upplýst um metingar og tilráðingar frá Landsverki í svari til fyrispurning frá tingfólki í fyrispurningi 59/2012.

 

  1. Løgmaður hevur alment og mótvegis tinginum gjørt greitt, at atfinningar, viðmerkingar og tilmæli frá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Landsverki, Fíggjarmálaráðnum, frá hoyringspørtum og frá fakfólki, sum hava sagt sínar hugsanir alment, skulu ikki takast til eftirtektar.

-       Hetta hevur løgmaður gjørt hóast allir hoyringspartar, sum eftir at løgtingsmálið varð lagt fram og upplýsingar byrjaðu at koma fram fyri almenningin frá óalmennum keldum, hava mælt staðiliga frá at samtykkja løgtinglógaruppskot 3/2012 og at undirskriva sáttmálan við privata felagið.

-       Undir 1. viðgerð av løgtingsmáli 3/2013 segði løgmaður av tingsins røðarapalli, at hann legði ikki í, hvat løgtingsfólk, fakfólk og serfrøði søgdu um málið, tí hann hevði langt síðani tikið støðu í málinum, og fór ikki at bakka ???ein millimetur???.

 

  1. Mitt í politisku telvingini um hetta mál boðaði løgmaður bráddliga frá, at hann ætlaði at brúka 150 mió. kr. úr fyrrverandi stovnsfæi Landsbankans til aðra samferðsluverkætlan - hóast greiða fráboðan frá landsstýrinum um, at hesin peningur IKKI skuldi nýtast. Endamál løgmans við at bróta landsstýrisins egna lyfti, var at tryggja sær meiriluta fyri at gera sáttmálan við útlendska felagið.

 

  1. Løgmaður hevur givið almenninginum og løgtinginum skiftandi upplýsingar, sum eru í sterkari andsøgn við hvørjar aðrar:

-       Løgmaður hevur sagt seg hava viljað hava løgtingslógaruppskot í tingið til tess at Løgtingið skuldi fáa allar upplýsingar, men hevur hinvegin vart, at Løgtingið ikki hevur fingið upplýsingar og at tingmenn skulu undirskriva trúnaðarskjal mótvegis privatum felag.

-       Løgmaður hevur sagt seg viljað hava havt løgtingslóg fyri tingið, tí hann ivaðist í heimildini at undirskriva sáttmálanum. Men hevur síðani sagt, at heimildin var í lagi.

-       Løgmaður hevur sagt, at tingið skuldi hava allar upplýsingar, men upplýsingar, ið hava havt stóran týdning fyri, at málið er steðgað, eru bert komnir tinginum til kunningar umvegis fjølmiðlar og óalmennar upplýsingar frá fyrisitingini.

-       Løgmaður hevur sagt, at hann hevur tryggjað, at sáttmálin ikki er undirskrivaður, men hevur samstundis alment gingið á odda fyri, at løgtingslógin skuldi samtykkjast og sáttmálin undirskrivast

-       Løgmaður hevur sagt alment, at onki skeivt er farið fram í mun til stýrisskipan, fyrisitingarliga ábyrgd og aðrar lógir og skyldur, sum áliggja landsstýrisfólki. Men hann hevur eisini sagt, at tað var ikki rætt at til dømis afturhalda upplýsingum fyri løgtinginum.

 

  1. Løgmaður hevur loyst landsstýrismannin í Innlendismálinum úr starvi við teirri grundgeving, at ???politisk órógv??? hevur verið um málið við tunlinum. Men teirri ???politisku órógv???, ið hevur staðist av málinum, hevur løgmaður sjálvur ábyrgdina av. 

  2. Eftir at landsstýrismaðurin við innlendismálið var koyrdur frá, varð alt innlendismálaráðið niðurlagt - við stórum ruðulleika sum avleiðing. Almenna grundgevingin fyri at steingja ráðið var sparing - men grundgevingarnar vóru so veikar, at sterkur illgruni er um, at talan heldur var um at fáa eina politiska kabal at ganga upp. 

 

  1. Løgmaður tekur ikki skyldurnar hjá løgmanni sambært Stýrisskipanarlógini í álvara.

-       Í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya er ásett, at mest grundleggjandi uppgáva og skylda løgmans er: ???§ 33.Stk. 3. Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.??? Og í §37 er ásett: ???§ 37. Løgmaður og landsstýrismenn hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra (...).???

-       Sostatt er løgliga eftirlitið ??? at fyrisitið verður lógliga sambært lógum og reglum ??? høvuðsuppgáva og skyld løgmans, um nakað álit skal vera á politisku skipanini og valdsbýtinum millum løgting, landsstýri og dómstólar.

-       Spurdur um lógliga fyrisiting í hesum máli, sigur løgmaður kortini soleiðis í samrøðu við ??tvarp Føroya tann 5. september 2013 ??? sama dag, sum hann hevur loyst landsstýrismannin í Innlendismálum úr starvi:

-       "Vit kunnu so øgiligani illa brúka løgfrøði sum politikarar, tí at løgfrøðisspurningar, teir kunnu bara avgerast í einum dómstóli, vissi tú skalt so langt at fara. Og tí oftani hoyra vit øgiligani oftani ymsar meiningar um løgfrøði ymsastaðni runt um hendanvegin og handanvegin, men í hesum førinum er tað simpulthenn politikkur.??? (Orðarætt endurgivið).

 

 

 

Sum landsins fólkavalda ting kann Løgtingið ikki góðtaka framferðina, embætisførsluna og tær fyrisitingarligu avgerðir og grundgevingar, sum verið hava í hesum máli.

 

Skal álit aftur skapast á politisku skipanina, má Løgtingið staðfesta ábyrgd og avleiðingar av hesum við at seta misálitisváttan á løgmann.

 

Um Løgtingið IKKI vísir løgmanni misálit, er Løgtingið samsekt í tí, sum farið er fram.

 

 

Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder