Ítróttur

Miðvágs Róðrarfelag hevur á fyrsta sinni sett høvuðsvenjara

...

2020-02-13 21:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Miðvágs Róðrarfelag hevur í dag tann 13.02.2020 á fyrsta sinni sett høvuðsvenjara.

Høvuðsvenjarin, sum er settur er 31 ára gamli Ingi Wiberg Joensen úr Miðvági, sum til dagligt starvast sum lærari á Skúlanum á Giljanesi.

Sigast kann um Inga, at hann áður hevur verið ungdómsvenjari í fótbólti hjá Miðvágs Bóltfelag.

Ingi hevur verið virkin í Miðvágs Róðrarfelag í fleiri ár, sum íðkandi rógvari, millum annað við Riddarinum.

Nevndin boðaði í kvøld á aðalfundi felagsins limum sínum frá, at nýggjur høvuðsvenjari er settur.

Nevndin hevur avgjørt, at seta høvuðsvenjarin fyri at lyfta ítróttarliga støði hjá felagnum.

Vit í Miðvágs Róðrarfelag eru sera spent til kappingarárið 2020, og gleða okkum til samstarvið við Inga Wiberg Joensen, høvuðsvenjara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder