Mentan

Miðlastuðulsnevndin drepur teir smáu miðlarnar

...

2020-12-22 21:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld kom eitt tíðindaskriv frá Eiriki í Jákupstovu, formanni í Miðlstuðulsnevndini. Í tíðindaskrivinum var víst á, at sjey miðlar fáa miðlastuðul av teimum átta sum søktu. Hetta var 4. ferð at miðlastuðulin skuldi deilast út millum teir privatu miðlarnar í Føroyum.

Einasti miðilin ið ikki fekk nakran miðlastuðul var lokali miðilin úr Vágum ??? JN.fo.

Vit á jn.fo standa púra spyrjandi nú vit ikki fingu miðlastuðul.

Í lógini um miðlastuðul stendur at miðilin skal hava tvey redaksjonell ársverk.

Í grundgevingini frá Miðlastuðulsnevndini til okkum á jn.fo stendur:

???Tá talan er um redaksjonellar lønir, so er greitt, at niðasta stigið á galdandi sáttmálanum hjá Felagnum Føroysk Miðlafólk (ófaklærd á fyrsta ári) gevur eina løn íroknað eftirløn fyri eitt ár, ið er nakað yvir kr. 300.000. Harvið verða tvey journalistisk ársverk í einari konservativari meting minst kr. 600.000

JN hevur søkt út frá samlaðum lønarútreiðslum á kr. 337.007.???

Vit á JN eru púra ósamd í mátanum Miðlastuðulsnevndin roknar seg fram til hvussu man sær at tað eru tvey ársverk.

Í høvuðsheitinum er tað eitt man eigur at hyggja eftir, og tað er hvat miðilin hevur framleitt.

Sum víst í umsóknini so skrivaðu vit í 2019 um 17,6 greinar um dagin í alt 6430 greinar. Tað skal nógv orka til at skriva so nógv til eina heimasíðu.

Vit eru fleiri fólk knýtt at heimasíðuni, men tað eru í mestan mun Jóanis Albert Nielsen og Jóanis Nielsen, sum skriva greinarnar á heimasíðuni.

Eg kann nevna at tað gongur ikki dagur ímillum, at vit fara upp fyri at skriva greinar á jn.fo áðrenn vanliga arbeiðstíð, og so fara vit eisini heim frá arbeiði á døgurða at framleiða tilfar, og tað verður hvørt kvøld og hvørt vikuskiftið hjá okkum báðum brúkt uppá jn.fo. Afturat tí, so fáa vit nógva aðra góða hjálp. Um vit skuldu havt løn sambært sáttmálanum hjá  Felagnum Føroysk Miðlafólk, so hevði verið dundrandi undirskot hjá JN.fo, so tað forbjóðar seg sjálvt.

Eisini vil eg vísa á, at vit røkka einum breiðum skara av lesarum. Tí í 2019 høvdu vit 24.000 brúkarar um vikuna, og tað talið er veksandi.

Við hesari avgerðini drepur miðlastuðulsnevndin teir smáu miðlarnar.

Jóanis Albert Nielsen

Les eisini HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder