Vinna

Metstór tøka av laksi í viku 36

...

2014-09-15 17:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havbúnaðarfelagið hevur síðani 2005 skrásett tøkuna av laksi viku fyri viku, men ongantíð áður hevur tøkan verið so stór, sum hon var í viku 36 (1.-7. september) ár. Tikið varð 2.143 tons í kruvdari vekt og meðalvektin var 5,50 kg.

Frá 1. januar til 31. august í ár er tøkan økt við uml. 2,3% í mun til sama tíðarskeið í fjør. Samstundis er fiskagoymslan á sjónum (í tonsum) 16% størri 31. august 2014 enn hon var fyri einum ári síðani , og tí kann væntast, at tøkan eisini fer at verða stór restina av 2014.

Havbúnaðarfelagið skipar fyri vikuligu uppgerðina yvir tøkuna, sum verður løgd á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum her:

Myndin niðanfyri vísir tøkuna av laksi í kruvdari vekt, viku fyri viku, frá 2010 til 2014.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder