Vinna

Meting um tilfeingið vika 21

...

2014-05-15 20:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samandráttur:

Línuskip: Tað eru 4 línuskip undir Íslandi, 2 frysta umborð, og 2 eru til ísfisk, men vit vænta ikki, at tey koma í hesu vikini. Eitt er við Rock All vænta hann at koma síðst í vikuni, fær longu og hysu. 3 eru undir Føroyum, mest av longu og brosmu, og eitt sindur av hysu, vænta at 2 landa mánadagin, kanska eitt seinni í vikuni.

??tróður. Streymurin verður sera harður, so vit vænta lítið av útróðrafiski í vikuni.

Djúpvatnstrolarar: Ein er við Grønland og fiskar svartkalva, frystir umborð. Ein fiskar blálongu og landar niðri. Restin liggur við bryggju.

Partrolarar: Teir, sum fiska upsa eru runt Føroyar, men fiskaríið er heldur smáligt. Teir landa, sum vikan líður. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Allir trolbátarnir liggja við bryggju, so vit vænta ongan at landa í vikuni

Garnaskip: Tvey garnaskip eru til fiskarí, eitt landar mánadagin, og eitt landar síðst í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder