Ítróttur

Mest leikandi spælarin hjá 07 Vestur fer at royna seg í Norra

...

2018-01-08 19:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mest leikandi, toppskjúttin og nú fyrrverandi liðskiparin hjá 07 Vestur, Holgar Durhuus, fer nú at royna seg uttanlanda. Holgar skal spæla við Hvik Halden, sum spæla í 4. bestu deildini í Norra.

Við 201 dystum og 62 málum er vestmenningurin samanlagt bæði mest leikandi og mest skorandi leikarin hjá 07 Vestur.

- Eg fekk bjóða at royndarvenja fyrst í decembur. Eg hugsaði ikki leingi um tað, og tók av. Eg roknadi ikki við at støði var so høgt, men tá eg kom til Halden so var tað hægri enn vænta, umstøðurnar vóru góðar og eru meira professionelar enn í Føroyum, eisini verður tad vant meir, sigur Holgar við jn.fo.

Víðari sigur Holgar: Planurin er at koma í 3 deild. Tað sum eisini ger hetta spennandi er at Halden liggur í einum góðum umhvørvi, har nógv feløg úr hægri deildum liggja rundanum. Tað kann geva møguleikar seinni. 

Felagið er úr Halden í ??stfold í landsynningspartinum av Noregi, heilt niðri ímóti svenska markinum. Kvik Halden er stovnað í 1906, og hevur vunnið ein størri heiður, júst fyri 100 árum síðan, í 1918, tá teir vunnu norsku steypakappingina. Kvik Halden spæla í 4. bestu deildini ("Norsk Tipping"-deildini) í Noregi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder