2021-01-06 08:09
HSF: Mikukvøldið kl. 20.00, í Høllini á Hálsi, tekur A-landsliðið hjá monnum hjá monnum móti Kekkia í EM-undankappingardysti.
Føroyska liðið hevði sína seinastu venjing í kvøld og eru allir mans klárir. Filip Jojic var eitt sindur ivasamur, men nú er greitt at hann verður við til dystin.
Dysturin verður leiktur uttan áskoðarar, men vísir KVF dystin. Eisini sigur FM1 frá dystinum og verða fleiri av skrivandi fjølmiðlunum eisini til staðar.
Hetta er fyrri at tveimum dystum móti Kekkia í vikuni, hin seinni verður í Pilzen í Kekkia, leygardagin 9. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald