2018-02-15 15:18
Leikskráin fyri komandi kappingarár í Betri Deildini hjá kvinnum er nú klár. Meistararnir úr EB/Streymi/Skála byrja á útivølli móti B36.
Sunnudagin 11. mars verður fyrsta spark í fremstu deildini hjá kvinnum, sum eisini ber heitið Betri Deildin. Í fyrsta umfari møtast liðini soleiðis: B36 - EBS/Skála, B68 - HB og ÍF/Víkingur - KÍ.
Fyrra hálva verður spæld frá 11. mars til 30. juni, og síðani verður byrjað aftur 19. august. Seinasta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður spælt 26. oktober.
Í 20. og síðsta umfari hittast liðini soleiðis: KÍ - HB, B68 - EBS/Skála og ÍF/Víkingur - B36.
??ll leikskráin í fremstu deildini hjá kvinnum sæst her:Betri Deildin 2018 (kvinnur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald