Ein bráðfeingisuppgerð vísir, at bruttotjóðarúrtøkan, BT??, var 14.344 miljónir í 2013, sum eru 686 miljónir meira enn BT?? í 2012. Heildarmyndin av gongdini í fjør er, at virðisøkingin í fiskaaling meira enn tvífaldaðist, samstundis sum vøkstur eisini var í flestu øðrum vinnugreinum, fiskiveiði undantikin.
Eftir minkingina í 2008 og 2009 er bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaksin seinastu fýra árini. Vøksturin var 7 prosent í 2010, 2,4 prosent í 2011, 3 prosent í 2012 og 5 prosent í 2013.
Bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt, og haraftrat meirvirðisgjald og aðrir vøruskattir netto.
Virðisøking skift á vinnugreinabólkar
Talvan niðanfyri vísir virðisøkingina í ársins prísum skift á vinnugreinabólkar 2010-2013.
Meir enn helvtin av vøkstrinum samanlagt stavar frá munandi størri virðisøking í fiskaaling, sum meir enn tvífaldaðist, úr 369 miljónum í 2012 upp í 770 miljónir í 2013. Virðisøkingin í fiskaaling, sum minkaði bæði í 2011 og 2012, vaks í fjør upp um støðið í 2010. Men hesin vøkstur í ársins prísum er kortini ikki realvøkstur, tí so at siga allur vøksturin stavar frá hægri laksaprísum.
Virðisøkingin í fiskiveiði minkaði 12,1 prosent í 2013, úr 1.366 miljónum niður í 1.200 miljónir. Afturgongdin var størst í uppisjóvarveiðuni, sløk 15 prosent. Í feskfiskaveiðuni minkaði virðisøkingin sløk 13 prosent, úr 340 miljónum niður í slakar 300 miljónir. Parturin hjá feskfiskaveiðuni av virðisøkingini í allari fiskiveiðuni er seinastu 10 árini minkaður úr umleið 55 prosentum niður á 25 prosent.
Virðisøkingin í matvøruídnaði vaks 6,8 prosent, áleið sami vøkstur sum í 2012. Tað var virkingin av uppisjóvarfiski, sum gjørdi allarmesta munin í fjør. Eisini annar ídnaður hevði framgongd í fjør. Og virðisøkingin í byggivinnuni vaks nakað aftur í 2013 eftir eina minking í 2012 .
Vøksturin í almennari fyrisiting og tænastu var góðar 100 miljónir, 3,9 prosent. Hetta er nakað meir enn árini 2009-2012, men væl minni enn vøksturin mongu árini frammanundan. Miðalvøksturin í almennari fyrisiting og tænastu árini 1999-2009 var góð 7 prosent um árið.
Í øðrum tænastuvinnum vaks virðisøkingin 4,8 prosent í 2013, væl minni enn árið fyri. Her stavar vøksturin serliga frá sjóflutningi seinastu bæði árini. Privatar tænastuvinnur eru handil og umvæling, gistihús- og matstovur, flutningur og samskifti, fígging og trygging, kunningartøkni, fastognaumsiting og aðrar handilsligar tænastuvinnur.
Fleiri tøl eru at finna í Hagtalsgrunninum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald