Ítróttur

MB hevur tikið mansliðið úr kappingini

...

2018-04-14 10:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Miðvágs Bóltfelag kemur einki lið at hava í vaksnamannafótbólti hetta kappingarárið. Tað hendir eftir at felagið hevur valt at taka 3. deildar liðið hjá monnum úr kappingini. Felagið hevði frammanundan eisini tikið kvinnuliðið úr kappingini.

Í gjár sendi FSF hesi boðini út til feløgini:

"MB hevur tikið liðið úr kappingini hjá 3. deild monnum í bólki A.

Tískil verða dystirnir móti MB í bólki A ikki leiktir."

MB hevur sostatt einki lið í vaksnamannafótbólti í ár, men hyggja vit bara nøkur fá ár aftur í tíðina sá tað ljóst út fyri Miðvágs Bóltfelag.

MB vann 2. deild í 2014 við 40 stigum fyri 18 dystir, og spældu seg harvið í næstbestu deildini í føroyskum fótbólti. 

Men síðan tá hevur bert gingið niður á bakka.

Í 2015 tá ið liðið spældi í 1. deild gekk ikki væl, teir fingu bert fimm stig tað árið, og felagið mátti niður aftur í 2. deild. 

Í 2016 gekk heldur einki serligt, tá fekk MB bert 3 stig í 2. deild, og flutti felagið síðani niður í 3. deild. 

Í fjør leikti MB í 3. deild teir fingu 15 stig, og í ár hevur felagið so tikið liðið úr deildini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder