Ítróttur

MB hevur sett høvuðsungdómsvenjara

...

2021-01-08 12:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

MB hevur sett Per Agerholm í starv sum høvuðsungdómsvenjari. Per er 28 ára gamal, hevur A-venjaraprógv og fleiri ára royndir sum venjari, umframt at hann hevur eina leiðsluútbúgving innan ítrótt. Hann hevur vant bæði børn og vaksin; seinastu árini hevur hann vant U18 gentur í eitt nú Brøndby IF og BSF.

Hjá Miðvágs Bóltfelag fara vit framvegis at leggja dent á, at pláss er fyri øllum, og at møta hvørjum einstøkum leikara við hóskandi avbjóðingum. Vit fara framhaldandi at halda tann sunna og góða felagsskapin við líka. Harumframt fegnast vit um at Per er vanur at hava einsærisvenjingar, og halda vit tí áfram at bjóða hetta tilboð fram til tey, ið ynskja at venja meira.
Vit ynskja Per vælkomnum til Miðvágs Bóltfelag.

Samstundis vilja vit takka Kristoffer Kvistgaard fyri tíðina hann var hjá okkum. Hann gjørdi eitt megnar arbeiði, ið sást aftur í øllum pørtum av felagnum. Vit ynskja Kristoffer góða eydnu í nýggja starvinum í Vildbjerg SF.

Miðvágs Bóltfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder