Ítróttur

MB: FUGO PRO CAMP

...

2020-07-15 09:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sum tey fyrstu í Føroyum bjóðar Miðvágs Bóltfelag tveir dagar avFUGO PROvenjingum fyri gentur og dreingir úr 10 til 18 ár. Ein fótbóltslega við venjing, ið er tilrættisløgd og útint av elituvenjarum, ið hava sum sergrein at venja ung talent.

Við luttøku á FUGO PRO Camp fær tú tekniska venjing, umframt amboð at menna og betra um tínar teknisku førleikar. Samstundis kanst tú vinna tær vitan frá UEFA PRO venjaranum Peter Pedersen og fyrrverandi danska landsliðsleikaranum Jacob Laursen, ið millum annað hevur leikað við FCK, Derby County og Leicester.

Peter Pedersen og Jacob Laursen eru eitt dugnaligt venjaratoymi, við eini rúgvu av royndum og stórum áhuga at læra frá sær. Týdningarmesta fyri teir báðar er, at børn og ung, sum taka lut í venjingunum, møta við spæligleði og áhuga fyri fótbólti!

Fríggjadagin hin 24. juli
kl 09.00-13.00 = U11-U14 dreingir
kl 14.00-18.00 = U15-U18 dreingir

Leygardagin hin 25. juli
kl 09.00-13.00 = U11-U14 gentur
kl 14.00-18.00 = U15-U18 gentur

Leinkja til tilmeldan:https://www.fugo.pro/faroe

------------------------------------------------------------

??keypis venjaraskeið fyri tey, ið eru áhugað (høvuðsungdómsvenjarar, venjarar, sjálvboðin hjálparfólk).

Fríggjadagin hin 24. juli frá kl 19.00-21.00 hava UEFA PRO venjarin Peter Pedersen og fyrrverandi danski landsliðleikarin Jacob Laursen eitt ókeypis venjaraskeið, ið inniheldur ástøði og íkast til, hvussu ein kann nýta Goal Station og, hvat ein kann røkka við hesi tøkni.

Fyri nærri kunning kanst tú senda teldupost til Kristoffer Kvistgaard, høvuðsungdómsvenjara hjá MB, á [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder