Vinna

Føroyingar seta heimsmet

...

2014-09-23 04:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrr í kvøld stevndi nýggjasta skipið hjá M??RSK - MAYVIEW M??RSK - inn í Miðjarðarhavið við 17.726 bingjum umborð. Tað er samstundis heimsmet, einki skip hevur havt so nógvar bingjur umborð, metið undan hesum var 17.603 bingjur.

Tað sum er mest spennandi fyri okkum her í Føroyum er, at bæði skiparin og 1. stýrimaðurin umborð á MAYVIEW M??RSK eru føroyingar - skipari er Jón Edvard Petersen úr Sandavági, og 1. stýrimaður er Ovi Gram Leo úr Hoyvík. Vit á JN.fo ynskja teimum báðum og manningini hjartaliga tillukku við heimsmetinum.

MAYVIEW MARSK er í løtuni stødd á 39N og 3E við kós til Suezveitina, skipið skal til Asiu við bingju-farminum.

MAYVIEW M??RSK er 396 metrar langur og 60 metrar breiður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder