Ítróttur

Martin: Vónandi enda vit millum trý tey fremstu liðini

...

2018-08-30 13:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Besta deildin hjá monnum byrjar um góðar tvær vikur, og vit hava hitt venjarin hjá Kyndli og sett honum nakrar spurningar.

Kyndil hevur í ár fingið ein nýggjan venjara, talan er um danan Martin Lellek.

Kyndil endaði í fjør nummar fýra í landskappingini og vunnu teir steypakappingina.

Hvat væntar tú tær av komandi kappingarári?

Eg haldi at vit í Kyndli hava ein spennandi hóp við nógvum alskyns spælarum. Vit hava ein ruternaðan hóp av spælarum og ein hóp sum eru eitt sindur ???grønari??? spælarum sum finna væl útav tí saman.

Tá ið kappingin byrjar fer tað sjálvandi at taka eitt sindur av tíð at venja spælarnar við tann mátan eg vil hava teir at spæla uppá. Spælarnir gera tó nógv fyri at vísa til hvørja tí einastu venjing, at teir vilja spæla sum eg vil hava teir at spæla, og við tí hugburðinum teir vísa, koma vit tættari og tættari uppá spælistílin eg vil hava teir at spæla.
Eg havi stóran væntan til liðið og vænti nógv av kappingarárinum, tí eg haldi at vit hava hava nakað at vísa til kappingina.

Hvar á stigatalvuni enda tit?

Seinasta ár endaði Kyndil nummar fýra og vann steypakappingina á ein flottan máta. Góða goongdin við steypakappingini og frá vinnaraandanum er sjálvandi nakað vit skulu taka við okkum til kappingarárið, sum stendur fyri framman, og vita um vit fáa ført tað inn í landskappingina.

Tað er altíð torført at vera við í toppinum í einari kapping, tí tað skulu ikki nógv tap til fyri at man ikki er við í toppinum longur.

Um vit kunnu halda venjingum á høgum støði, kemur tað eisini at vera gott fyri okkum yvir alla kappingina, so mugu vit fáa at síggja hvussu tað kemur at enda í síðsta enda. Men tá ið alt kemur til alt vilja vit sjálvandi vera við heilt har frammi har sum tað er stuttligt. So vit vilja arbeiða fyri at vinna tað vit kunnu, og vónandi enda við í topp 3.

Hvussu væntar tú toppurin fer at síggja út?

Nú kenni eg ikki nógv til hini liðini í Føroyum, tá ið eg enn ikki hava sæð øll liðini í dysti, og tí kann eg bara meta út frá seinasta kappingarárið.

Og tá ið eg ikki kenni hvørjar spælarar hini liðini hava fingið og mist, er tað sera torført at siga hvussu toppurin í deildini kemur at síggja út.

Men tað sum eg higartil kenni til liðini so vil eg siga at H71 og Neistin heilt sikkurt eru favorittar at dystast um gullið.

Hvussu stóran hóp hava tit?

Okkara hópur er bygdur á nakrar ???eldri??? spælarar við royndum, sum hava ein stóran hóp av ungum og svangum spælarum sum allir vilja sleppa at spæla á besta liðnum.
Vit hava ein breiðan hóp, tað plaga at møta millum 13 og 20 spælarar upp til hvørja venjing.

Hvat fyri spælarar hava tit fingið, og hvørjar hava tit mist?

Síðani seinastu steypafinalu hava vit mist 2-3 spælarar við royndum. Harafturímóti hava vit fingið ein stóran hóp av ungum spælarum, sum geva alt hvat teir kunnu til hvørja venjing. So í ár vil miðalaldurin á liðnum vera yngri enn hvat hann hevur verið í seinastuni. Við geistinum ungu spælarnir koma við og royndunum hjá teimum eldur síggi eg onga orsøk í hví vit ikki skullu trúgva uppá at vit kunnu vinna steypafinaluna aftur í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder