Mentan

Marjun Lómaklett í kirkjuhúsinum í Sørvági í kvøld

...

2021-02-15 09:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sóknarpresturin, Marjun Lómaklett, fer at røkja eina nýggja tænastu í fólkakirkjuni. Í eitt ár verður hon integratiónsprestur og kemur at gera tænastu millum tilflytarar.

Ein av uppgávunum hjá integratiónsprestinum verður at hava gudstænastur á enskum máli. Talan er um at byggja brúgv ímillum teir nýggju føroyingarnar, kirkjuna og samfelagið. Harafturat er umráðandi, saman við øðrum átøkum, at varpa ljós á tey mentanarligu virðini, so tey, ið koma til landið, kenna jørðildið og lættari kunnu gerast ein partur av heildini.
Í kvøld 15. februar, kl. 19.00 verður boðið til hugnaliga samveru í kirkjuhúsinum í Sørvági, har høvi verður at hitta Marjuna Lómaklett og hoyra hana greiða frá sínum nýggja yrki, og hvørjar ætlanir hennara eru. Framløgan verður á enskum.
Vit fara eisini at hoyra Blátt Gras framføra nakrar sangir.
Kaffi/te og smákøkur verða afturvið.

Kelda: Bókasavnið í Sørvági

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder