Ítróttur

Samrøða við Mariannu Holm Jacobsen eftir at tær gjørdust steypavinnarar

...

2018-02-17 20:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í Steypafinaluni í dag ímillum VÍF og Kyndil vann VÍF 23-19 á Kyndli, vit tosaðu við Mariannu Holm Jacobsen hjá VÍF eftir dystin og settu henni nakrar spurningar.

Fyrst tillukku við dystinum - Hvussu upplivdi tú dystin?

Marianna: ??ðiliga gott - góður stemningur og øðiliiga stuttligt at spæla og stuttligt at vera frammanfyri alla tíðina, tað ger tað nemt.

Tit brendu nógv í byrnanini, men so kom gongd á, hvat var tað ið hendi har?

Marianna: Ja eg veit ikki um vit brendu so nógv, vit skuldu onkuntíð líka inn í kampin og so koyrir tað harfrá, vit hava eina góða verju allan vegin ígjøgnum, so tað er ofta tað, at vit mangla at skorða uppá kjansirnar í byrjanini, kanska vit skuldu skorað uppá straffir, so høvdu vit vunnið enn meira.

Hvat var taktikkurin hjá tykkum til dystin?

Marianna: Tað var bara sum tað altíð er - ein geist, spæligleði og eina hamrandi góða verju, so kemur alt annað av sær sjálvum.

Nú sluppu tit at royna hesa flottu høllina við góðum umstøðum og ikki minst tað flotta gólvið, hvussu var at spæla her.

Marianna: Deiligt og okkara áskoðarar vóru virkuliga raskir at rópa, eg veit ikki um høllin var heilt full, men tað føldist sum um hon var heilt full, tí vit hoyrdu okkara áskoðarar í hvør fall alla tíðina.

Hvussu verður í kvøld, hvat gera tit?

Marianna: Nú fara vit norður til Vestmannar til eitt ella annað, so verður tað bara til tann ljósa morgun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder