Ítróttur

Margrið eygleiðari til HM í Japan

...

2019-11-27 13:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF: Margrið Weihe skal verða altóða eygleiðari til HM hjá kvinnum, sum verður í Japan í tíðarskeiðnum 30. november til 15. desember.

Margrið hevur verið altjóða eygleiðari, umboðandi Føroyar, í fleiri ár og hevur áður luttikið til EM-dystir og Europa-Cup dystir av ymiskum slag. Margrið veit enn ikki hvørjar dystir hon fær, tí hesir verða ásettir sama dag, sum teir verða leiktir. Eyðleiðararnir eru saman tveir dagar fyri kappingin byrjar, har tey fyrireika seg, gjøgnumganga nýggjar reglur og mannagongdir. ??ll tey luttakandi londini eru undan kappingini kunnaði um dómaralinjuna á ymsu økjunum og hava fingið 50 videobrot send til kunningar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder