Ítróttur

Marghøllin í Vági reist

...

2017-10-25 17:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

So er Marghøllin reist og Merkið vundið í húnarhátt inni á Oyrunum, tað stendur at lesa á Facebook-síðuni hjá høllini.

Stórt framstig fyri føroyskan fótbólt

Marghøllin verður karmur um ½ fótbóltsvøll, sum er 60 x 40 m. til støddar, sum er ???9-a-side??? stødd. Á vøllinum er graslíkisvøllur.

Á ½ fótbólsvølli ber til at skipa so at siga allar venjingarumstøður til liðspæl í vaksnamanna- og ungdómsdeildunum, bæði tekniska-, taktiska-, og fysiska venjing.

Royndir úr Íslandi vísa eisini, at innandura venjingarumstøður í fótbóltshallum hava verið avgerandi fyri menningina av íslendskum fótbólti. -Og lítið er at ivast í, at marghøllin verður eitt tað størsta framstigi fyri føroyskan fótbólt, síðani skifti frá grúsvølli til graslíkisvøll.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder