Vinna

Manningar og feløg mótmæla tilfeingisgjaldi

...

2014-05-27 23:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Manningarnar á føroyskum uppisjóvarskipum saman við Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag harmast um ???órímiligan og óproduktivan eykaskatt.???

Føroyskir fiskimenn eru alt annað enn glaðir fyri tilfeingisgjald, sum í seinastuni hevur verið lagt á føroyska veiði eftir uppisjóvarfiski. Manningarnar á uppisjóvarskipum, saman við Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, afturvísa í einum felags skrivi til landsins myndugleikar, at veiðiloyvir eru at meta sum peningagávur frá tí almenna. Skrivið skýrir tilfeingisgjald á fiskivinnuna ???ein órímiligan og óproduktivan eykaskatt, sum hvørki er burðardyggur ella gagnligur fyri samfelagið, og sum samstundis kann umboða eina hóttan móti tilverugrundarlagnum hjá fiskivinnuni.???

???Tann føroyska fiskivinnan er ikki komin sovandi til vunnin veiðirættindi,??? siga manningarnar og feløgini í sínari áheitan til løgtingslimir, løgmann og landsstýrisfólk, og leggja afturat at rættindini ???eiga á ongan hátt at verða tulkað sum gávugóðs frá tí almenna.???

Spurningar verða somuleiðis settir við hugtakið ???ogn Føroya fólks,??? samstundis sum víst verður á munin millum tilfeingi sum endurnýggjar seg og slíkt sum ikki endurnýggjar seg. Eisini verður greitt frá at landskassans inntøkur av fiskivinnuni í veruleikanum kunnu lækka heldur enn hækka av tilfeingisgjaldi.

???At gera beinleiðis inntøkur til landskassan til fremsta politiska endamál er at vilja máa tað búskaparliga støðið undan samfelagnum,??? verður sagt.

???Skilabetri man vera at lata vinnuna fáa sum frægast burturúr, soleiðis at neyðugar inntøkur til tað almenna kunnu fáast úr fleiri liðum. Taka vit eitt feskt dømi sum Varðin Pelagic, so er greitt at í fyrsta liði forvinna fiskimenn pening og gjalda væl í lønarskatti fyri hetta; í øðrum liði fær reiðaríið í Gøtu rakstraravlop og rindar skatt av hesum; í triðja liði setir felagið part av sínum avlopi í nýtt virki á Tvøroyri, har fólk fáa arbeiði og rinda skatt av sínari løn; í fjórða liði rindar Varðin Pelagic skatt av møguligum rakstraravlopi, í tann mun hetta ikki verður brúkt til nýggjar íløgur; í fimta og sætta liði forvinna undirveitarar og teirra starvsfólk pening við at selja vørur ella tænastur til virkið, og rinda skatt av avlopi og lønum. At leggja eykaskatt á fyrsta lið gjøgnum tilfeingisgjald er í longdini sum at skjóta seg sjálvan í fótin, og minni fæst burturúr tá samanum kemur.???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder