Vinna

Makrelskipini royna í útnyðring og landnyðring úr Føroyum

...

2014-07-27 16:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Makrelskipini royna bæði í útnyðring og landnyðring úr Føroyum, veðrið er av tí fagrasta. Í  landnyðring - á uml. 64N - royna eini 15 skip føroysk skip og vestanfyri beint norður úr Rygginum royna Norðborg og Christian í Grótinum, umframt fleiri russisk skip, íslendingar royna beint vestanfyri markið.

Asbjørn Senior siglir inn, teir fara á Kollafjørð, Asbjørn Senior hevur 300 tonsi. Fram hevur landað á Kollafirði, teir hava júst loyst og eru ávegis norðurum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder