Ítróttur

Magnus Powell heldur ikki fram í 07 Vestur

...

2022-01-04 11:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Magnus Powell fer ein av komandi døgunum at skriva undir sáttmála við ??stersunds FK í Svøríki og heldur sostatt ikki fram í 07 Vestur, tað boðar 07 Vestur frá.

Magnus Powell hevði ikki starv í øðrum felagi, tá hann í juni 2021 kom til 07 Vestur, eftir at Heðin Askham legði frá sær. Seinasta felagið hann vandi var Levanger í 3. bestu deidini í Norra.

Tað var skjótt eyðsæð at Magnus var eitt slag av venjara, vit ongantíð áður hava sæð í felagnum. Hann hevur meir enn nakar flutt felagið nøkur risafet á tí ítróttarliga økinum, eins og hann hevur verið ein hollur stuðul hjá umsitingini í teirra arbeiðið, hesa stuttu tíðina hann var í felagnum.

Tað sum Magnus leggur eftir seg er ein vitan um hvat krevst at flyta felagið longur framá í føroyskum fótbólti. 07 Vestur leitar nú eftir nýggjum venjara, ið kann taka staffettina upp eftir Magnus.

Hóast vit eru hørm um, at Magnus fer til annað felag, so taka vit tað sum eitt herðaklapp at ??stersunds FK hevur lagt til merkis hvat Magnus Powell og 07 Vestur hava avrikað í 2021.

07 Vestur takkar Magnusi fyri tíðina og vilja vit ynskja honum bestu eydnu í ??stersunds FK.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder