Ítróttur

Lýst verður til aðalfund hjá 07 Vestur

...

2017-10-23 20:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hervið verður kallað til árliga aðalfundin, sum verður sunnudagin 12. novembur kl. 16:00 í 07 Vestur-húsinum í Sørvági. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Hetta er fyrsta árið 07 Vestur heldur aðalfund eftir kappingarenda, eins og avgjørt á eyka-aðalfundi á 9-ára føðingardegi felagsins 6. novembur í fjør. Aðalfundurin bleiv tá fluttur frá at fylgja kalendaraárinum, til at liggja í seinasta lagi 4 vikur eftir kappingarlok. Tá var eisini avgjørt, at eyka-aðalfundur verður í seinasta lagi 1. februar, har roknskapurin skal góðkennast.

Skrá, sambært viðtøkunum:

1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
3. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
4. Innkomin mál
5. Ymiskt

Innkomin mál skulu latast nevndini í seinasta lagi 12 dagar fyri aðalfundin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder