Politikkur

Løntakarar uttanlands óynkstir av Løgmanni & co.

...

2013-10-09 01:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er við sorgblídni ein lesur í blaðnum Sosialinum, at løgmaður & fylgið, vilja sleppa av við okkum sum arbeiða uttanlands.

Tað verður sagt í greinuni, at eini 10 % av arbeiðsorkuni er uttanlanda og arbeiðir. Somuleiðis verður sagt, at vit útnytta vælferðartænastunar uttan at gjalda fyri tær, harðar skuldsetingar.

Tað er nú soleiðis, at føroyska arbeiðsmegin altíð hevur verði ógvuliga mobil í gjøgnum nógv ár. Um ikki so var, so var arbeiðsloysið í Føroyum nógv størri enn tað er í dag.

Vit sum eru farnir uttanlands at arbeiða, gera hetta tí, at tað er lønandi og vit arbeiða undir sera góðum umstøðum. Har vit arbeiða eru fólk úr ymsum londum, men felags fyri øll er, at øll arbeiða undir somu sáttmálum, og lønin er tann sama. Skatturin verður goldin í tí landinum vit forvinna lønina og er hetta galdandi fyrr øll.

Nú manglar í hjá løgmanni og fíggjarnevndarformanninum, so tað sum liggur teimum beint fyri høgra beini, er at skatta okkum meiri enn okkara arbeiðsfelagar. Løgmaður vil kallað tað limagjald, men óansæð hvussu tað eitur, so er tað ein skattur.

Eitt kann gerast Løgmanni og Fíggjarnevndarformanninum púra greitt, at um teir fara at skatta teir sum eru farnir uttanlanda at arbeiða, enn meiri, so kemur landi at tapa meiri enn tað forvinnur. Tað koma at verða nógvir arbeiðstakarar sum flyta uttanlands og teir taka tá familjuna við.

Um tað hendir, so verður fólkaminking í Føroyum og ikki fólkavøkstur, sum jú er tað øvugta av tí sum landsstýrið vil hava.

Eg skal kunnað Løgmann og Fíggjarnevndarformannin um, at øll tey sum arbeiða uttanlands eru ikki bert til ampa fyri Føroya land. Um so var, at vit ikki fóru uttanlands at arbeiða, ja so vóru nakrar av avleiðingunum hesar:

o Arbeiðsloysi var nógv størri enn tað er í dag. Tí tað er ikki pláss fyri okkum her heima á arbeiðsmarknaðinum

o Atlandsflog hevði ikki kunna endurnýggja flotan sum teir hava í dag, tí teir høvdu havt munandi minni av ferðandi. Eg vil skjóta, at áleið eini 30% av setrunum hjá teimum er arbeiðstakarar uttanlands, um tað ikki er enn meiri.

o Maritima skeiðsvinnan hevði ikki kunna breyðføtt sínum starvsfeløgum og hevði doyð út.

o MVG inngjaldið til landskassan vildi verði munandi minni enn tað er í dag.

o Sølan av akførum hevði verði munandi minni enn hon er í dag og somuleiðis minni av avgjøldum í landskassan.

Ein kann halda áframm og nevna avleiðingarnar hettar kann fáa fyri Føroya land.

Eg kundi hugsandi spurt Løgmann og Fíggjarnevndarformannin, um teir høvdu tíma at arbeitt sum, skiparar, styrimenn, dekkarar, timburmenn, elektrikkarar ella annað, um so var, at teir t.d skuldu goldið 5-10 % meiri í skatti enn teirra arbeiðsfelagi. Eg roknið við, at teir høvdu skjótt hálsa um.

Flest av okkum royna at gera okkara, soleiðis at familja skal hava tað gott og trívast.

Takið tykkum sum stýra tí saman og geri teir reformar sum skullu til. Byrja tit at gera mismunn ímillum okkum sum arbeiða uttanlands, so leypa tit har garðurin er lægstur og fólkið flytur.

Míni ráð til tykkum er: latið fólki sum draga haðran og reinan valuta til landið fáa frið.

Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen, Skipari uttanlands

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder